Sí tiltøkLeiga høliUm høllina
Samband

Um høllina

Við Tjarnir ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fáa møguleika at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Nýggjar tíðir í Føroyum

Set teg í samband við okkum, um tú hevur ynskir ella tankar um at gera brúk av høllini, tá hon stendur klár í 2025.

Leiðslan

Regin W. Dalsgaard

CEO/Stjóri

rwd@tjarnir.fo

+298 343800

Súsanna Sondum

Samskipari

susanna@tjarnir.fo

+298 220484

Rói Nolsøe

Húsavørður

+298 214207

Um høllina

Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 5000 m2. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8100 m2.
Samlaða spæliflatan er 2480 m².


Høllin kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting  frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Við Tjarnir at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. Við Tjarnir ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fara at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Tað ber sostatt til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið  gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Hondbóltsdystir: uml. 2.200 sitipláss og 500 standipláss.
Konsert: uml. 3.200 sitipláss.
Konsert: uml. 4.700 standipláss.

Fyrispurningar og ynskir

Longu ber til at koma við fyrispurningum og ynskjum.
Send okkkum eini boð við tínum tonkum.

info@tjarnir.fo
Við Tjarnir

Um Navnið

Við Tjarnir er heitið á høllini.

Ein navnakapping var og nógv vóru uppskotini, men tann eini uppskotsetari skrivaði eitt, sum krøkti væl:  
"Ein tjørn verður oftast sett í samband við hugna og spæl. Hetta blanka eygað í lendinum er vakurt. Tjørn dregur lív til sín og nørir um lív og vøkstur kring seg."

Tess meira nevndin tugdi navnið tjarnir tess sannførdari varð hon um tað, og at enda samdist hon um navnið Við Tjarnir

Navnanevndin valdi eitt nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn.
- sum hevur ein veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum
- sum ljóðar væl
- sum skapar góð hugasambond
- sum kundi verið um allar Føroyar

Møguleikar

Uppstilling: Konsert uppstilling við stólum.
Fasada - Norð og eystur
Uppstilling: Messa
Fasada - Norð og eystur
Uppstilling: Stórdystur
Fasada - Norð og eystur
Uppstilling: Venjing
Fasada - Norð og eystur
Fasada - Norð og eysturFasada - Norð og eysturFasada - Norð og eysturFasada - Norð og eystur