Nú telja vit niður
Eyka konsert 2. mars kl. 18.30
Atgongumerkini verða sett til søl sunnudagin 19. januar kl 15.00.
Flestøll hava hoyrt um stórhøllinavið Tjarnir. Men enn eru fá, sum hava sæð hana við egnum eygum. Tað høvið fáa føroyingar í næstum, nú atgongumerki 12. desember fáast til keyps til stóraupplatingartiltakið, sum verður 1. mars.
Til hetta forkunnuga høvið verður tað eingin annar enn Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.
– Føroya Symfoniorkestur í hesum umstøðunum? “Eftir 1001 nátt” viðstrúkarum? Tað verður ein fólkafest, so tað forslær, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.
Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.
Stórhøllin við Tjarnir fer at hýsa alskyns tiltøkum – alt frá tónleiki og ítrótti til stórar altjóða ráðstevnur.
– Hetta er heimavøllur Føroya, men tað merkir ikki einans hondbóltur. Hetta eru tiltøk á altjóða støði, sum seta Føroyar á heimskortið. Vit bjóða fólki upplivingar út yvir tað vanliga; upplivingar, sum festa seg í minni, sigur ein hugspentur Regin at enda.